|
- am. kærleiksfilmur frá 2015
Bianca gerst skelkað, tá hon av tilvild uppdagar, at hon á skúlanum verður umtalað sum ein ´DUFF´. Soleiðis nevna tey tann ringast dámda í einum vinabólki. Bianca ger av, at tað vil hon hava broytt, og saman við barndómsvininum Wesley fer hon í gongd við at broyta seg heilt. Á leiðini gerst tað henni greitt, at tað munar ikki, fyrr enn hon setir seg upp ímóti skúlans fyrilitsleysu slatridrotning Madison, og fær hana og hinar næmingarnar at gevast at seta onnur í bás.
Leikarar: Bianca: Mae Whitman, Wesley: Robbie Amell og Madison: Bella Thorne.
Við eru eisini: Casey: Bianca A. Santos. Jess: Skyler Samuels. Rektor Buchanon: Romany Malco. Toby: Nick Eversman.
Handrit: Josh A. Cagan eftir roman av Kody Keplinger.
Leikstj.: Ari Sandel.
Upprh.heiti: The DUFF
Framl. ár: 2015
|